Gerið sum Risin og Kellingin, fyrstu útlendsku ferðafólk, sum vit vita nakað um. Sjálvandi fatlaðu tey Eysturoynna, tí hvat betri kundi tey bera heim aftur við sær. Sólin reis og tey máttu blíva verandi, og ikki keða tey seg, har tey bæði standa og fáa sær fótabað, meðan tey njóta frísku luftina og vøkru natúruna úr sjóvarmálanum og niðan á hægsta tind, Slættaratind, sum so spelkin stendur har og takkar teimum fyri vitjanina. Gleð teg sjálvan og ger sum tey og gloym ikki at hava upplivingarfetilin við. Vit á kunningarstovunum fatla tær upplivingarrokan. |